Vit eiga at gera okkara part, til at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðugt útlát.
Varðin hevur arbeitt miðvíst við hesi frágreiðing í tvey ár. Endamálið við frágreiðingini, sum er fyrsta av sínum slag hjá Varðanum, er at vísa á hvørja ávirkan virksemið hjá Varðanum hevur, og hvørji átøk vit ætla at gera, fyri at minka um okkara neiligu ávirkan á umhvørvið. Tølini, sum eru nýtt, eru frá 2020, 2021 og 2022.
Vit eru errin av okkara framstigum, men vit eru eisini tilvitað um, tær avbjóðingar, sum vit støðugt standa yvirfyri í einum heimi, sum alla tíðina er í broyting. Vit eru avgjørd um framhaldandi at betra um okkara arbeiðsgongdir og førleikar og skapa langtíðar virðir fyri okkara áhugabólkar.
CO2-útlátið av til dømis høsnarunga er 19 ferðir hægri enn vørurnar hjá Varðanum
Myndin niðanfyri vísir kolevnisslóðina eftir framleiðsluni av ymiskum proteinríkum matvørum, sambært ourworldindata.org. Oksakjøt gevur størstu kolevnisslóðina, og lægstu kolvetnisslóðina geva vørurnar hjá Varðanum. Samanborið við sild, makrel ella lodnu frá Varðanum, er CO2 útlátið 12 ferðir so høgt, tá talan er um feskan laks, sum er fluttur við bili og báti, 36 ferðir so høgt, um laksurin er fluttur við flogfari, 19 ferðir so høgt, um talan er um høsnarunga og grís og 94 ferðir so høgt, um talan er um oksakjøt.
CO2 útlátið fyri vørurnar hjá Varðanum er í heila tikið sera lágt pr. kilo, samanborið við aðrar proteinríkar vørur, so sum laks, høsnarunga, svínakjøt og oksakjøt. Talvan niðanfyri vísir útlátið rokna eftir PEFCR háttinum, tá vit ikki taka bygging av skipi og fiskiútgerð við.
Samlaða útlátið er einans 0,54 CO2e pr kilo av fiski, tá vit taka útlát frá fiskiskapi, alla framleiðsluna, og flutning til frystihús hjá kundanum í, t.d. Alexandria, St. Pætursborg, Kleipeda og Lagos.
Hetta er umleið 1/10 samanborið við feskan laks, ið verður fluttur við skipi og trailara.
Samlaða útlátið er einans 0,54 CO2e/kilo av fiski, tá vit taka útlát frá fiskiskapi, alla framleiðsluna, og flutning til frystihús hjá kundanum.
Felagið hevur kontraktað trý skip. Mett verður at motorarnir í nýggju skipunum fara í miðal, at brenna í minsta lagi 10,25% minni olju, samanborið við motorarnar í verandi skipum
Hesi trý skipini geva við sama virksemi eina sparing á 582.856 litrar, sum svarar til 1.562 tons av CO2e um árið, sum er ein sparing á 10,25% samanborið við verandi skip, og umleið 3,7% av samlaðu nøgdini hjá Varðanum.
- Finnur Fríði hevur seinastu trý árini brent í miðal 4.178.175 litrar um árið. Ein sparing á 11,64% vil siga 486.348 litrar sparing um árið. Skipið kom í flotan í 2024.
- Lerkur brendi í miðal 1.057.369 litrar um árið. Ein sparing á 5,9% vil siga 55.936 litrar sparing um árið. Nýggi Lerkur kemur í 2026.
- Rankin, sum er ein trolari, brennir í miðal 448.767 litrar um árið. Ein sparing á 9,83% vil siga 44.114 litrar sparing um árið. Nýggja skipið kemur eftir ætlan í 2026.
Talvan vísir hvar í virðisketuni CO2 útlátið fer fram. Umleið 1/3 fer til byggingina og viðlíkahald av sjálvum skipunum, og til fiskiútgerðina. Umleið helvtin fer til brenniolju til skipini, og hini 20% fara til at framleiða og pakka fiskin, og at flyta hann til kundan.
Tað er væl kent í vinnuni, at tað er bæði bíligari og betri at fiska makrelin í bretskum sjógvi, tí har samlast fiskur í stimum. Tá makrelurin er í føroyskum sjógvi frá várinum út á heystið, etur hann seg feitan, og er hann fyri tað nógva spjaddur í sjónum. Føroyar hevur ikki strandalandaavtalu við Bretland í løtuni. Í frágreiðingini hjá Sjókovanum fyri 2021 stendur at oljunýtslan í makrelfiskiskapinum á landgrunninum var umleið tvær og eina hálva ferð størri enn í ES øki í 2019. Hetta mynstur sæst í okkara tølum, har vit síggja at makrelfiskiskapurin hevur størri útlát av vakstrarhúsgassum, enn tá vit fiskaðu í bretskum sjógvi.